• Nýggja venjingarútgerð

    Ven er í ferð við at skifta venjingarútgerðina út.

    Vit hava skaffað okkum nýggj rennibond, súkklur, crosstrainer, steppara, og skift flestallar maskinurnar út við Lifefitness maskinur, ið er eitt tað mest brúkta merkið í heiminum, umframt at at vit eru í gongd við at endurnýggja venjingarrúmið niðriundir.
    Tað merkir at vit nú bjóða munandi størri úrval av venjingarútgerð, og fleiri venjingarmøgulleikar.

    Tó at vit arbeiða, ber væl til at venja, og vilja vit biðja kundar okkara halda okkum tilgóðar møguligt órógv.

    Í samband við endurnýggjanina fara vit at koma við onkrum serligum tilboði til limaskap – men visti tú at tú longu nú kann upptjena ókeypis mánaðir, venja heilt fyri so lítið sum kr 100 um tit eru fleiri ið venja saman í tínum húski?

    Hygg runt á heimasíðuni at kunna teg um fleiri tilboð.

    Vit síggjast í Ven – tað munar!