
Ven søkir eftir venjingarvegleiðara/fitnessinstruktøri
Ven søkir eftir venjingarvegleiðara/fitnessinstruktøri
Søkt verður eftir fólki at hava vegleiðingar/liðvenjingar nakrar tímar um vikuna í venjingarmiðstøðini Ven í Miðvági.
Best er um umsøkjari hevur útbúgving sum fitnessinstruktørur ella persónligur venjari, men fólk við øðrum viðkomandi útbúgvingum og royndum kunnu eisini søkja.
Eisini verður eftir søkt kostráðgeva ella fólki við líknandi útbúgving at verða knýtt at venjingarmiðstøðini.
Løn og arbeiðstíðir smb. avtalu.
Umsóknir skulu sendast til post@ven.fo merktar Umsókn.
Freistin at søkja er 20. Januar 2019
Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at ringja til Trónd 238080, ella skriva til post@ven.fo