Uppsiga limaskap.

Allur leypandi limaskapur (fast hald) hevur ein mánaða uppsøgn, tvs. leypandi mánaðin + 30 dagar.
Fast hald við binding kann tó ikki sigast upp fyrenn bundna tíðarskeiðið er runnið.
Um tú sigur tín limaskap upp eftir at ein mánaður er byrjaður, t.d. 3. januar, so skalt tú eisini gjalda fyri næsta mánaðin, februar, og kanst tú sjálvandi venja tann mánaðin eisini.
Tú kanst tó til eina og hvørja tíð uppsiga tín limaskap og uppsøgnin er galdandi frá tí degi vit móttaka uppsøgnina sum teldupost á post@ven.fo
Bert skrivligar uppsagnir verða góðtiknar.