Allir limir fáa persónligan lykil at lata hurðina upp við tá venjast skal.
Lesarin er í høgru síðu á hurðini, og skal lykilin (chippið) leggjast ímóti lesaranum inntil tað lýsir grønt og tóni ljóðar.
Hurðalásið gerst virkið innan 5 sekund, og slepst tá inn.
Um lasið ikki er virkið beinanvegin ræður um at hava tol og spakuliga trýsta lásið upp og niður inntil tað tekur við.
Lásið er virkið í 2 sekund.
Tað er ikki loyvt at lata onnur sleppa inn ið ikki sleppa inn sjálvi, heldur ikki vissi bankað verður uppá uttanfyri.
Loyvir limur øðrum inn við sínum lykli verður hetta sektað við kr 800,- í bót.
Endurtekur brotið seg kann limur verða strikaður uttan ávaring.

Eru trupulleikar at sleppa inn kann ringjast 238080 at fáa hjálp til hetta.